Plast
Lætt viðlíkahald og sera haldført.
Vit eru errin av at framleiða væl umtóktu HDYGD-vindeyguni úr plasti.
Tey eru snøgg, tíðarleys og haldfør. Fáast í nógvum sniðum og litum.
Plastvindeygu eru fevnd av 12 ára trygdini, sum vit veita øllum okkara viðskiftafólkum
Síðan tíðliga í 80unum eru plastvindeyguni framleidd á virki okkara í Miðvági. Framleiðslan er lagað til eftirspurningin ígjøgnum árini, og í dag er meirilutin sergjørd vindeygu í serligum sniðum, ið ikki fáast aðrastaðni.
Plastvindeygu eru snøgg og sterk. Tey eru rætta valið hjá tær, sum vil hava álítandi vindeygu, ið halda leingi við lítlari røkt.
Ein árligur oljudropi á liðiligar deilir og reingerð eftir tørvi er einasta neyðuga viðlíkahaldið.
Álítandi dygd
Í Føroyum er neyðugt at hugsa væl um haldføri og dygd, tá ið vindeygu verða keypt. Tilfarið í okkara plastvindeygum er frá kendu týsku verksmiðjuni VEKA. Hongsl og læsingar á okkara vindeygum eru ivaleyst tey sterkastu og haldførastu á marknaðinum. Tí kanst tú líta á vindeygu frá GRANT.
Snið
At velja vindeygu til húsini er ein týdningarmikil avgerð. Tú vilt sjálvandi hava tað snið, sum klæðir tínum húsum best. Her er talan um eina heildarmeting av vindeygum og húsum. Støða skal eisini takast til, hvussu vindeygað skal latast upp, ella um tú vilt hava fastan karm.
Alskyns litir
Tað ger stóran mun, hvønn lit tú velur til vindeyguni.
Vindeygu í plasti verða framleidd í hvítum tilfari, sum hóskar til næstan alt. Til ber eisini at fáa vindeygu, hurðar og hurðafyllingar í øðrum litum. Tá verður eitt serliga haldført folie límað á, sum heldur líka leingi sum vindeygað.
Vindeygu til allan tørv
Plastvindeygu verða framleidd í júst tí máti og sniði, tú vilt hava.
Fleiri av okkara kundum vilja hava ymsar loysnir í sama húsi. Hesir ymisku møguleikar kunnu lættliga samansjóðast eftir tørvi.
Toppsving
Fastur karmur
Síðuhongt
Topphongt
Fleirvent
Sersnið
Top/sving
Topp/sving-vindeyguni fáast við eyðkenda beslagnum, sum vit eisini kenna frá Husmor-vindeyganum.
Standard sum galvaniserað, men vit hava eisini hvítt á goymslu. Fæst í øllum litum.
Síðuhongt
Standard hongsul til síðuhongd vindeygu eru heittgalvaniserað.
Til ber eisini at fáa tey í sýruføstum, rustfríum stáli, ofta rópt A4, ella AISI 316.
Top/sving
Standard handtøk til HDYGD-plastvindeygu eru eyðkendu hvítu handtøkini.
Til ber at velja tey nýggju, rundaðu handtøkini, rópt “Moderna”, í hvítum og gráum.
Síðuhongt
Síðuhongd fáast við vanligum hvítum handtaki, við ella uttan læsing.
Fyri meira klassiska útsjónd ber til at velja haspur. Standard haspur eru blankar, men vit kunnu eisini veita hvítar ella í øðrum liti.
Sprossar
Vilt tú hava sprossar, eru møguleikarnir nógvir.
Tað er týdningarmikið at hugsa um heildarmyndina av húsunum, tá ið tú gert av, hvussu nógvar sprossar, tú ynskir, og hvussu teir skulu setast í. Tað kann t.d. vera óheppið at seta ein sprossa í vindeygað beint í eygnahædd, soleiðis at útsýnið verður skert.
Vindeygu úr plasti fáast bæði við gjøgnumgangandi sprossum og álímaðum sprossum. Teir gjøgnumgangandi sprossarnir eru 64 mm ella 91 mm breiðir. Teir álímaðu sprossarnir eru 25 mm ella 45 mm breiðir.
Glas
Vit eru serfrøðingar í glasi og kunnu veita serloysnir frá smærri rútum upp í risa rútar.
Sløgini eru mong og hevur tú spurningar ella okkurt serligt ynski, er bara at spyrja.
Glas og bjálving
GRANT livir upp til tíðarhóskandi krøv um bjálving og orkunýtslu.
Øll okkara vindeygu eru framleidd við orkusparandi trý-lags glasi.
Til ber at velja tvey-lags glas til timbur.
Sóltálmandi glas
Sólin í Føroyum er sterkt, serlig har góður sólargangur er, kann tað lættliga gerast ov heitt og ov ljóst inni, bæði fyri fólk og innbúgv.
Sóltálmandi glas eru rútar, sum antin kasta sólstrálurnar frá sær ella taka tær í seg.
Hetta fæst í ymiskum stigum og styrkjum.
Samstarv við lokala og altjóða førandi glasveitarar
Hjá Grant leggja vit stóran dent á at veita dygdarvørur til føroysku umstøðurnar. Tí samstarva vit við Atlanticpane, sum er okkara høvuðsveitari av glasi. Við teirra framleiðslu í Kollafirði kunnu vit tryggja, at okkara vindeygu og hurðar fáa lokalframleitt glas, ið er serliga ætlað at klára føroyska veðurlagið við hørðum vindi, regni og kulda. Atlanticpane tryggjar okkum skjótar og álitandi veitingar við teirra regluligu viku til viku tænastu, og tey hava verið ein trúfastur og álítandi samstarvsfelagi í nógv ár.
Um kundin hevur serlig ynskir ella krøv, samstarva vit eisini við danska glasveitaran Glaseksperten. Við teirra serfrøði innan serglas kunnu vit bjóða loysnir til serligar verkætlanir og heilt serstøk byggiarbeiði. Glaseksperten veitir dygdarglas, sum møtir hægstu standardum og krøvum, og hetta ger tað møguligt at tillaga loysnirnar til tørvin hjá tí einstaka kundanum og tí einstøku byggiverkætlanini.
Ljóðdoyvandi glas
Ljóðdoyvandi glas brýtur og doyvir ljóðbylgjur, tí glastjúgtin er ymisk á innara og ytra glasinum. Henda loysnin hóskar seg væl, um tú t.d. býrt tætt við ein høvuðsveg ella annað óljóð.
Trygdarglas
Trygdarglas hevur somu brotstyrki sum ”vanligt” glas, men hongur saman í límingini, so tú ikki skert teg av tí – júst sum í bilrútum. Trygdarglas kann eisini vera hert glas, sum hevur høga brotstyrki. Hesar loysnir hóska væl til vindeygu og hurðar, har rúturin t.d. fer heilt niður á gólv, ella har tað er ábært til illveður.
Ymisk yvirflata
Ymisk rágløs verða vanliga nýtt í t.d. vesivindeygum, har tað ikki skal síggjast inn, men har ljós kortini skal sleppa.
Vit hava ymisk sløg av rágløsum, sum verða sett í okkara vanligu termovindeygu og hurðar. Sí dømir niðanfyri.
Oceanic 528
Abstrakt
Kura
Spegltráglas
Mattráglas
Pelz
Etza
Eyka tilhoyr
Ventilar
Vindeyguni kunnu verða framleidd við ventilum í karminum, um tú vilt tað. Hesir kunnu latast upp og aftur eftir tørvi. Hetta er tó vanliga ikki neyðugt í húsum, har luftskiftið er gott.
Flugunet
Til ber at fáa flugunet sett á vindeygarammuna, um tú hevur tørv á tí. Hetta verður vanliga brúkt til matvøruvirkir ella matstovur, har tørvur er á at lufta út, samstundis sum smákykt og dust ikki sleppur inn.
Stormskinnarar
Vit selja eisini stormskinnarar, sum kunnu festast uttan á vindeygakarmin. Tað verður brúkt, um tú hevur tørv á at seta eina plátu fyri vindeyga, áðrenn illveður brestur á.
Smyrjiolja og vindeygavask
Til viðlíkahald av vindeygum og hurðum selja vit góða smyrjiolju at til liðiligar deilir. Eisini selja vit vindeygavask til plast, gummilistar og til rútin.
Endurnýtsla
Í framleiðslu okkara savna vit plasti og endurnýta tað. Hetta minkar ikki bara burturkasti, men tryggjar eisini, at plast avlopið verður endurnýtt á ein skilagóðan hátt, sum stuðlar undir eina burðardygga og umhvørvisvinarliga framleiðslu.
Við at fylgja við og umsita plastbrúkið í framleiðslu okkara, vilja vit gera ein jaligan umhvørvisligan mun, samstundis sum vit varðveita góðsku og haldføri í okkara vørum.
Hurðar og skjótihurðar
Vit framleiða bæði úthurðar, skjótihurðar og altanhurðar úr plasti. Einastu munir á altanhurð og úthurð eru læsing og handtøk. Tí hevur tú somu valmøguleikar, um tú ynskir úthurð ella altanhurð.
Okkara væl umtókta Lyft & Flyt skjótihurð er ein snotilig og smidlig flata millum innan- og uttandura. Tú fært besta útsýnið, lívgandi dagsljós og fríska luft, tá tú hevur hug til tað. Samstundis er hurðin ein sterk og trygg verja móti harðbalnum veðri.
12 ára garanti
Okkara vørur hava staðið sína roynd í húsum kring alt Føroya land, tískil fært tú eitt longri garanti frá okkum, enn tú kanst vænta aðrastaðni.
Fá tilboð
Vit geva fegin tilboð.
Tú sendur okkum informatión um hvørja vøru, talan er um, mát og aðrar detaljur, so venda vit aftur við einum óbindandi tilboð.
Vinaliga svara spurningunum so neyvt sum gjørligt.
Maibritt í Haraldstovu
Ráðgeving og søla
Djóni Vest Højgaard
Ráðgeving og søla í alu deildini
Bernhard Hammer
Ráðgeving og søla
Vindeygu til tín tørv
Vit framleiða til júst tín tørv. Ongi mát ella snið eru standard, tí vilja vit fegin frætta frá tær, hvat tú ynskir. So finna vit røttu loysnina saman.
Fleiri av okkara kundum vilja hava ymsar loysnir í sama húsi. Ymiskir eginleikar kunnu saktans samskipast í somu húsum og enntá í sama karmi.