Træ/alu vindeygu

Hesi vindeygu eru serliga væl egnaði til at klára føroyskt veðurlag, har teirra styrki og snøgga snið tryggjar bæði langa livitíð og lítið viðlíkahald

Skjalfest góðska

Tað er ikki vist, at onnur merkir brúka somu góðsku í aluminium, rotviðgerð, burdardygd ella hava tær somu høgu standardir, so spyr altíð eftir certificeringini, áðrenn tú tekur avgerðina.

Við GRANT kanst tú vera vísur í, at tú fært dygd, ið heldur.

Træ/alu

Í mun til trævindeygað er allur karmurin á træ/aluvindeygunum klæddur við aluminium úti, sum hevur C5-certificeringina, ið ger aluminiumið serliga haldført móti krappligum veðri, regni og sólálopi. Hetta tryggjar, at vindeyguni krevja lítið ella onki viðlíkahald. Harafturat ger okkara rotviðgerð vindeyguni longu haldfør.

Okkara aluminium er tað mest haldføra á marknaðinum, og er serliga væl egnað til at standa seg í krevjandi umstøðum, sum í kystnærum og saltmettum økjum.

Um tú vilt hava vakrar og hugnaligar trærammur innan, men vil sleppa undan viðlíkahaldi uttan, er træ/aluvindeyga tað rætta til tín.

Certificerað rotviðgerð

Okkara vindeygu fara ígjøgnum eina nágreiniliga rotviðgerð við loysnunum frá Teknos, sum er kendur fyri at vera leiðandi innan viðgerðir til trævindeygu.

Okkara rotviðgerð er certificerað við hægstu góðskustandardum og er prógvað at verja ímóti roti í yvir 12 ár. Hetta gevur tær sum kundi eitt trygt val, tí tú veitst, at tíni vindeygu eru verandi sterk í nógv ár.

Besløg og veiting

Hjá GRANT leggja vit stóran dent á dygdina av øllum lutum í okkara vindeygum, og tí nýta vit einans besløg frá Spilka, sum er kendur fyri sínar slitsterku og smidligu lutir, ið tryggja langa livitíð og lættan nýtsluhátt.

Tá tú velur vindeygu frá okkum, kanst tú verða vísur í, at vit nýta besløg av hægstu góðsku. Vit samstarva við Spilka, sum í meira enn 60 ár hevur framleitt bestu besløg til vindeygu. Hetta er ein trygd fyri, at okkara besløg ikki bara eru snøgg og stílfull, men eisini eru ment til at halda í mong ár undir krevjandi veðurlíkindum. Vit vita, at hágóðsku besløg eru avgerandi fyri bæði trygd og haldføri í tínum húsum, og her er tað ikki vist, at øll onnur merki kunna bjóða tað sama.

Eykalutir altíð á goymslu

Um so er, at eitt beslag fær skaða ella brotnar, hava vit altíð besløg á goymslu, soleiðis at títt vindeyga ikki nýtist at verða óvirkið leingi ella skal skiftast út. Hetta gevur tær tryggleikan, at ein skjót loysn altíð er innan fyri rætta, uttan stórar útreiðslur ella bíðitíð.


Vit trúgva uppá at við hesum væl valdu og sertifiseraðu besløgum kanst tú vera tryggur við, at tú velur eina loysn, sum ikki bara er snøgg, men sum eisini er ment at klára tær harðastu umstøður, og soleiðis tryggja at tíni vindeygu virka ótarnað í mong ár framyvir.

Hondtøk frá GRANT

– Góðska og tíðarleyst design 

Vit á GRANT bjóða hondtøk av hægstu góðsku, framleidd av HOPPE, einum av heimsins leiðandi veitarum. Hesi hondtøk eru útgjørd við HOPPE’s “duraplus®”-teknologi, ið tryggjar haldføri og slitstyrki. Tøkini eru framleidd úr aluminium og hava ein stílfullan stálfínish, sum ger tey snøgg og tíðarleys.

Um so er, at eitt hondtak brotnar ella skal skiftast út, hava vit altíð eykalutir á goymslu, soleiðis at tú altíð hevur eitt virkið hondtak til títt vindeyga.

Snið

At velja vindeygu til húsini er ein týdningarmikil avgerð. Tú vilt sjálvandi hava sniðið, sum klæðir tínum húsum best.

Her er talan um eina heildarmeting av vindeygum og húsum. Støða skal eisini takast til, hvussu vindeygað skal latast upp, ella um tú vilt hava fastan karm.

H-vindeyguni úr træ/alu verða framleidd við føstum karmi ella at lata upp.

Alskyns litir

Tað hevur stóran týdning fyri heildarmyndina av húsunum, hvønn lit tú velur til vindeyguni og hurðarnar. 

Tú kanst fáa tann lit, tú sjálv/ur heldur hóskar best til júst tíni hús. Tað ber til at fáa ein lit innan og ein annan uttan. 

Framúr máling, ið verjir

Umframt rotviðgerðina, brúka vit eina premium máling frá Teknos, sum er serliga ætlað at verja ímóti veðurlagi við høgari vætu og nógvum sjóroki.

Okkara vindeygu verða málað við AQUAPRIMER 2907-63 og AQUATOP 2600, sum gevur eina slítsterka og viðlíkahaldsfría yvirflatu, ið klárar føroyska veðrið.

Vindeygu til allan tørv

Fyri at tryggja tær røttu vindeyguni til heimið, verða træ-aluvindeygu framleidd í júst tí máti og sniði, tær tørvar.
Sama um talan er um topphongd, toppsving, síðuhongd ella við føstum karmi, við sprossum ella uttan. Við toppsvingi kann vindeyga vendast og útsíðan vaskast innanífrá. Hesir ymisku eginleikarnir kunnu saktans samskipast í somu húsum og enntá í sama karmi.

Toppsving
Fastur karmur
Síðuhongt
Topphongt
Sersnið

Træ av hægstu góðsku

Tá ið tú velur trævindeygu frá GRANT, fært tú ikki bara eitt vakurt og snøgt produkt – tú fært eisini trygdina fyri, at tað er framleitt úr rávørum av hægstu góðsku. Vit samstarva við Moelven Wood, ein av leiðandi veitarunum í Norðurlondum innan træ. Moelven hevur meira enn 120 ára royndir og framleiðir FSC®- og PEFC®-certificerað træ, sum tryggjar, at allar rávørur koma úr burðardyggum og væl røktum skógum.

Hetta er ikki ein sjálvfylgja – vit hava valt hetta træið júst vegna hægsta møguliga góðsku, har serliga rotviðgerðin og stabiliseringin tryggjar, at træið verður standandi vakurt og haldført í áratíggju, sjálvt í føroyska veðurlagnum. Harafturat eru allar okkara vindeyga og hurðar framleiddar við rotviðgerð við TEKNOL S 6005-00, sum verður nýtt til at verja træið ímóti bæði svampi og rot, ið annars kunnu minka um haldførið hjá øðrum træframleiðslum.

Tað er ikki vist, at øll merkini á marknaðinum hava sama fokus á dygd og haldføri. Summir framleiðarar velja ofta bíligari rávørur, ið ikki klára somu hágóðsku certificeringar um burðurdygd og góðskukrøv, og tað merkir, at teirra vindeygu og hurðar hava eitt styttri lív og krevja meira viðlíkahald. Hetta er nakað, ið vit hava arbeitt við at optimera í okkara framleiðslu í fleiri áratíggju, har vit saman við Moelven hava tryggjað, at tú fært tað mest haldføra og burðardyggja træið á marknaðinum.

Certificeringar og burðardyggleiki

Við FSC® og PEFC® certificeringum frá Moelven er tú tryggjað, at okkara træ kemur úr burðardyggum skógbrúkum, og at alt fer fram við virðing fyri náttúruni. Við at velja GRANT fært tú eitt produkt, sum ikki bara er vakurt og haldført, men eisini burðardygt, og tú kanst við góðari samvitsku seta tað í títt heim.

Okkara vindeygy standa í nøkrum at allarmest avbjóðandi umhvørum í heimum og tí velja vit undirveitarar sum vit hava álit á. Moelven er kendufyri at framleiða nakað av tí besta trænum í heiminum, og tað er tað, ið setir okkara vindeygu og hurðar fram um kappingarneytarnar.

Set tykkum í samband við okkum fyri at vita meira um, hví træ frá GRANT er tað besta valið til títt heim ella títt projekt.

Certificerað rotviðgerð
– trygd fyri langa livitíð

Okkara vindeygu fara ígjøgnum eina nágreiniliga rotviðgerð við loysnunum frá Teknos, sum er kendur fyri at vera leiðandi innan viðgerðir til trævindeygu. Okkara rotviðgerð er certificerað við hægstu góðskustandardum og er prógvað at verja ímóti roti í yvir 12 ár. Hetta gevur tær sum kundi eitt trygt val, tí tú veitst, at tíni vindeygu eru verandi sterk í nógv ár.

Ikki øll merkir brúka somu góðsku
Tá tú velur vindeygu, kanst tú ikki altíð vera vísur í, at onnur merkir nýta líka dygdargóða rotviðgerð. Nógv merkir velja at spara, serliga tá tað kemur til rotviðgerð og endaligu málingina. Hetta merkir, at vindeyguni kunnu byrja at vísa tekin um sliti longu eftir fáum árum. Við GRANT kanst tú vera vísur í, at vit nýta bert royndar og góðkendar skipanir frá Teknos, sum eru testaðar og góðkendar eftir strongastu krøvum í samstarvi við Vinduindustrien.

Besta haldføri og dygd í krevjandi umstøðum

Aluminium profilar frá GRANT

Tá tú velur vindeygu ella hurðar til húsini, er tað ikki bara snið og útsjónd, ið eru avgerandi.
Tað er alneyðugt at tryggja, at tilfarið kann standa ímóti føroyskum veðurlagi, sum er sera krevjandi.

Vit á Grant hava 50 ára royndir við føroyska veðurlagnum og tí vita vit at man skal ganga langt fyri at tryggja, at eisini okkara aluminium profilar ikki bara klára veðurlagið, men at tey eru tey bestu á marknaðinum.

Toppkvalitets aluminium við C5-certificering

Okkara aluminium kappar eru framleiddir við AW-6060 aluminium, sum er kend fyri sína framúr korrosionsmodstand, serliga í krevjandi umstøðum,  har saltinnihaldið í luftini er høgt. Við C5-certificeringini kunnu tit vera vís í, at okkara aluminium stendur ímóti tí harðbalna veðrinum, vit sum føroyingar vita at tann føroyska náttúran kann bjóða. Tað er ein tryggleiki, ið tú ikki fær hjá øllum útlendskum vindeyga- og hurðamerkjum íð fáast hjá ymisku sølubúðunum kring landi.


Betri aluminium = minni viðlíkahald


Eitt annað eyðkenni við okkara aluminium er, at tey krevja næstan onki viðlíkahald. Við einari slitsterkari yvirflatuviðgerð og C5-certificeringini, kanst tú tryggja, at vindeyguni ikki korridera ella litfarast, ella fáa skaða av veðurlagnum, sum kann vera eitt vanligt problem við aluminium av lægri góðsku. Tað merkir færri útreiðslur til viðlíkahald og longri livitíð fyri tíni vindeygu og hurðar.

Teknisk tryggleiki
– treytað av góðskuni

Tað er ikki alt aluminium, sum er líka gott. Fleiri onnur merkir brúka aluminium av lægri góðsku, sum kann hava lægri korrosionsviðgerð og minni styrki. Lægri góðska er eisini bíligari, tí eisini her gongur prísur og góðska hond í hond. Vit hjá GRANT brúka hinvegin bert aluminium frá royndum veitarum, so sum Hydro, sum tryggjar hægstu góðskustandardir í aluminium framleiðslu. Vit brúka aluminium við tekniskum førleikum, sum eru góðkend og styrkt við ISO-standardum, so tú veitst, at tú fært tað besta á marknaðinum.

Fá tilboð

Vinaliga svara spurningunum so neyvt sum gjørligt.

Maibritt í Haraldstovu

Ráðgeving og søla

Djóni Vest Højgaard

Ráðgeving og søla í alu deildini

Christian Eli Zachariassen

Ráðgeving og søla

Bernhard Hammer

Ráðgeving og søla

Vindeygu til tín tørv

Fyri at tú kanst fáa røttu vindeyguni til heimið, verða Grant vindeygu framleidd í júst tí máti og sniði, tú vilt hava. Sama um talan er um toppsving, topphongd, síðuhongd, drej/kip ella við føstum karmi – og við sprossum ella ikki.

Fleiri av okkara kundum vilja hava ymsar loysnir í sama húsi. Ymiskir eginleikar kunnu saktans samskipast í somu húsum og enntá í sama karmi.