Garanti
GRANT hevur yvir 50 ár á baki í Føroyum, og er kent fyri sínar dygdargóðu vørur og tænastur. Vit kýta okkum hvønn dag at framleiða álítandi vørur og at veita stinna tænastu. Tí hava vit so nógvar nøgdar kundar kring alt landið.
12 ára garanti!
Vit líta á okkara vørur og tænastur. Tí fært tú longri garanti frá okkum, enn tú kanst vænta aðrastaðni. Her á síðuni sært tú okkara garantiskjøl og frágreiðingar um garanti. Skalt tú boða frá feili ella mangli?
12 ára garanti er galdandi fyri øll okkara vindeygu og hurðar.
Treytir
Vit royna okkara vørur áðrenn tær koma á marknaðin. Umframt vera vørurnar royndar av viðurkendum rannsóknarstovum, eisini fyri regn- og vindtættleika.
Okkara vørur halda leingi, tó eru nakrar treytir ið skulu lúkast – sí treytir.
Tørvur átrokandi hjálp?
Hevur tú teknað eina avtalu um viðlíkahald og døgntænastu í sambandi við sjálvvirkandi hurðar, ella um annað átrokandi er áfatt, ert tú vælkomin at ringja ella skriva beinleiðis til okkara á tel: +298 355000 ella á teldupost: [email protected].
Eykalutir
Okkara vindeygu og hurðar eru sera slitsterk og haldfør. Hóast tey eru kend fyri sína longu livitíð, kunnu slitlutir ella annað kortini fara. Tá er harmiligt, um alt vindeygað ella øll hurðin má skiftast, bara tí at ein lutur manglar. Hetta hava vit hugsað um, og tí hava vit eykalutir á goymslu. Tað tryggjar, at tíni vindeygu og hurðar frá GRANT halda enn longri.
Garanti ella ikki
Boðar tú frá einum trupulleika, sum er fevndur av okkara garanti, umvæla vit sjálvandi uttan kostnað.
Vísir tað seg at feilurin er uttan fyri garanti, bjóða vit okkum at loysa trupulleikan fyri teg fyri vanliga tímaløn.
Um tú vilt, kunnu vit eisini gera eina kostnaðarmeting, áðrenn vit koma út. So hevur tú møguleika at taka av ella at finna aðra loysn.
Okkara vindeygu vera veitt sambært keypilógini, tó við 12-ára garanti.
Hetta skjal snýr seg um vindeygu og hurðar úr timbri, træ/alu og plast.
Garantiið umfatar:
- Døgg ímillum gløs
- Virkisbrek í hongslum og besløgum
- Fastleika og haldgóðsku í tilfari
Garantiið hevur við sær at vit:
- Skifta rút, um døgg kemur ímillum gløsini
- Skifta hongsl og besløg við virkisbreki
- Skifta vindeygu við nýggj, um brekið ikki kann rættast innanfyri mørkini fyri garati-treytirnar
Garantiið er treytað av at:
- Vøran verður goymd og ísett sambært framleiðarans tilmæli
- Vøran verður nøktandi hildin við líka. Hetta umfatar eisini yvirflatuviðgerð. Vøra, sum er latin uttan yvirflatuviðgerð, eigur at verða viðgjørd beinanveg eftir veiting
- Eftirlit verður gjørt av yvirflatuviðgerðini árliga
- Ásløg, spengur og liðiligir lutir eftirkannast regluliga og smyrjast eftir tørvi
Garantiið fevnir ikki um:
- Arbeiðsútreiðslur við at skifta ella umvæla skaddar vørur
- Útreiðslur til byggipall, krana ella onnur hjálpartól til at rætta skaðar
- Fylgiskaðar ella onnur arbeiði, sum skulu gerast, t.d. málaraarbeiði, tapetsering, o.a., sum krevst vegna garantiarbeiði
- Skaðar vegna fremmandar lutir, sum eru settir á vøruna
- Slit á tetningslistar vegna máling ella smyrjing
- Lás og onnur ásløg, sum ikki fylgdu við vøruni
- Tá vøran er veitt liðug
Skalt tú boða frá feili ella mangli?
Við hesi skipan koma tín boð beinleiðis til okkara fólk, sum avgreiða hesi viðurskifti kring landið.
Vinarliga lat okkum so nógvar og neyvar upplýsingar sum gjørligt.
Tað kemur sera væl við, um tú kanst senda mynd av feilinum ella trupulleikanum.
Teigarnir, sum eru merktir við eini stjørnu (*) skulu vera fyltir út, fyri at fráboðanin kann fara ígjøgnum skipanina.
Takk fyri tína hjálp.