Viðlíkahald

Tað er týdningarmikið at hava regluligt viðlíkahald av bæði vindeygum og hurðum. Við rætta viðlíkahaldi kanst tú tryggja, at vindeygu og hurðar verða longri livandi og standa ímóti føroyska veðurlagnum. Smyrjing av hongslum og glíðarum, reingerðing av karmum, og viðlíkahald av rammum eru grundleggjandi partar av haldføri.

Smyrjing

Viðlíkahald av vindeygum og hurðum byrjar við regluligari smyrjing av beslag, hongsl, skinnarum, glíðarum og oyruni ovast í hornunum á vindeyganum. Ein góður vani er at smyrja hesi røriligu ting eina til tvær ferðir árliga. Hetta kann t.d. gerast á heysti og um várð fyri at tryggja, at vindeygu og hurðar eru klár til føroyska veturin. Rætta viðlíkahaldið tryggjar eisini, at vindeyguni og hurðarnar verða lívandi, tá veturin er av.

Vit mæla til at tit brúka okkara ́beslag-sprey ́ at smyrja liðiligar lutir við. Hetta er fyrstafloks evni frá okkara týska tilfarsveitara. Tú mást ongantíð brúka sprey ella olju við sýru ella rustloysara, tí tað upploysir ikki bert rust, men skaðar eisini haldførisviðgerðina á jarnlutum. Nýtir tú skaðilig evnir á vindeyga ella hurð, kann tað ávirka títt garanti. Hjá GRANT kanst tú keypa beslag-sprey (smyrjioljuna) og serliga sápu til plastvindeygu og plasthurðar.

Reingerðing

Viðlíkahald av vindeygum byrjar við regluligari reingerð. Ein klútur ella smáur kustur kann brúkast til at turka dust og sand burtur frá pakningum og karmum. Hetta tryggjar, at vindeyguni altíð hava besta haldføri. Um tú hevur plastvindeygu, eigur tú eisini at ansa eftir drenholunum í karminum, so vatn ikki stendur í rammum. Tað er umráðandi at tryggja, at vatn rennur burtur fyri at forða skaða. Drenholini eiga at hava ein kappa á uttan. Um tú manglar hesar, so eiga vit teir á goymslu og kunnu senda teir heim til tín.

Tú mást ikki brúka upploysandi evni sum aceton ella líknandi til reingerð. Heldur mást tú brúka mildari evni, sum eru trygg at brúka á vindeygum. Ei heldur mást tú brúka hvassar lutir, stálull ella sandpappír, hvørki á glasið ella rammuna.
Um vindeyguni standa opið tætt við sjógv ella saltríka umhvørvið, mást tú oftari reinsa tey fyri at sleppa undan korrosión. Tú mást spula tey oftari fyri at fáa saltið av glasi, rammu, hongslum o.tl. Eisini eiga liðiligir lutir at vera smurdir oftari.

Hevur tú vindeygu við ventilum, kanst tú vænta, at dust og bitlar frá bilosi savnast í filtrum. Tí eigur tú at taka filtrið út viðhvørt og reinsa tað.

Tørv á hjálp?

Við hesi skipan koma tín boð beinleiðis til okkara fólk, sum avgreiða hesi viðurskifti kring landið. 

Vinarliga lat okkum so nógvar og neyvar upplýsingar sum gjørligt.
Tað kemur sera væl við, um tú kanst senda mynd av feilinum ella trupulleikanum.
Teigarnir, sum eru merktir við eini stjørnu (*) skulu vera fyltir út, fyri at fráboðanin kann fara ígjøgnum skipanina.

Takk fyri tína hjálp.