Karmar um eitt ljóst og livandi heim 

GRANT tryggjar dygd í vøru og tænastu
– tað hava vit gjørt í 50 ár.

GRANT tryggjar dygd í vøru og tænastu. Vit hava veitt loysnir innan vindeygu og hurðar til føroysk hús og bygningar í meira enn 50 ár.
Okkara vørur eru serliga mentar til at klára harða føroyska veðurlagið, og vit leggja stóran dent á at veita kundum trygd og haldførar byggiloysnir.

Dygdarvørur til føroysk viðurskifti
Vit bjóða eitt breitt úrval av vindeygum og hurðum úr træ, plast og aluminium, sum eru serliga sniðgivin til at klára harðbalna føroyska veturin við kulda, hvirlum og regni sum stundum kennist sum tað regnar uppeftir. Hetta setur stór krøv til dygd og haldføri, og tí framleiða vit okkara vørur lokalt í Vatnsoyrum og Miðvági. Tú kanst vera tryggur við, at tær eru ætlaðar at halda í nógv ár. Við røttu ráðgeving frá okkara serfrøðingum, hjálpa vit tær at velja júst tað vindeyga ella hurð, sum best hóskar til tín bygning og tørv.

Snið og góðska

Vit dagføra dagliga vørur fyri at møta øllum ynskjum og at lúka altjóða krøv.
Í Føroyum er neyðugt at hugsa um haldføri og dygd, tá ið vindeygu verða keypt. Tilfarið í okkara vindeygum og hurðum er av bestu góðsku. Hongsl og læsingar á okkara vindeygum eru tey sterkastu og haldførastu á marknaðinum.

Sniðgeving

At velja vindeygu til húsini er ein stór avgerð. Tú vilt sjálvandi hava sniðið, sum klæðir húsunum best. Vit hjálpa tær at gera heildarmeting av vindeygum og húsum. Saman taka vit góðar avgerðir. 

Fá tilboð

Breitt úrval

Úrvalið er miðvíst breiðkað síðani 1968.
Vit byrjaðu við trævindeygum, síðani kom plast, og nú hava vit serfrøði innan aluminium.

Í dag gera vit nærum allar húsafasadur á virkisbygningum í Føroyum, og tey gerast støðugt fleiri, sum velja okkara tilfar til privathúsini.

Sí meira um okkara úrval

Ráðgeving og tænasta

Vit bjóða okkum fram at ráðgeva um møguleikar, tekna uppskot og geva óbindandi tilboð. Tekur tú av einum tilboði, koma vit fegin ókeypis á staðið at kanna mátini og tryggja, at rætt verður bílagt. Tú kanst eisini senda okkum informatión um vøruna, mát og aðrar detaljur, so venda vit aftur við einum óbindandi tilboð.

Til vinnukundar bjóða vit eina viðlíkahaldsavtalu, sum merkir, at vit koma regluliga út at sýna tíni vindeygu og hurðar, umframt at smyrja liðiligar lutir.

Djóni Vest Højgaard

Ráðgeving og søla í alu deildini

Maibritt í Haraldstovu

Ráðgeving og søla

Bernhard Hammer

Ráðgeving og søla

Ein tryggur veitari

Vit kýta okkum hvønn einasta dag, fyri at framleiða eina álítandi vøru og at veita eina ábyrgdarfulla tænastu. Hetta er orsøkin til, at vit hava so nógvar nøgdar kundar kring alt landið.

Serliga veðurlagið í Føroyum krevur serføroyskar vindeygaloysnir, tí er umráðandi, at vit ikki taka avgerðir út frá eitt nú einum donskum faldara.

Vit hava savnað meira enn 50 ár av royndum og vitan í einum faldara til tykkum, sum skulu skifta hurðar ella vindeygu.