GRANT faldarin
Vit framleiða til júst tín tørv.
Ongi mát ella snið eru standard, tí vilja vit fegin frætta frá tær, hvat tú ynskir.
Ymiskir eginleikar kunnu saktans samskipast í somu húsum og enntá í sama karmi.
60 SÍÐUR UM VINDEYGU
Serliga veðurlagið í Føroyum krevur serføroyskar vindeygaloysnir, tí er umráðandi, at vit ikki taka avgerðir út frá eitt nú einum donskum faldara.
Vit hava savnað meira enn 50 ár av royndum og vitan í einum faldara til tykkum, sum skulu skifta hurðar ella vindeygu.
12 ára garanti
Okkara vørur hava staðið sína roynd í húsum kring alt Føroya land, tískil fært tú eitt longri garanti frá okkum, enn tú kanst vænta aðrastaðni.