Træ & træ/alu

Vit eru errin av at framleiða dygdargóð vindeygu og altanhurðar úr timbri.

Bæði vindeygu og hurðar hava nógvar góðar eginleikar.
Tey eru snøgg, tíðarleys og sera haldfør. Fáast í nógvum sniðum og litum.

Fevnd av 12 ára trygdini, sum vit veita øllum okkara viðskiftafólkum

Síðan tíðliga í 60unum hava trævindeyguni verið framleidd á virki okkara í Vatnsoyrum.
Framleiðslan er lagað til eftirspurningin ígjøgnum árini, og í dag er størsti parturin sergjørd vindeygu í serligum sniðum, ið ikki fáast aðrastaðni.

Træ

H-vindeyga úr træ er okkara klassikari. Í meiri enn eina hálva øld hava vit framleitt og ment okkara væl kenda og haldføra trævindeyga, eisini kallað ´Husmor-vindeygað´. 

Vindeyguni hava staðið sína roynd í húsum kring alt Føroya land og fáast í nógvum sniðum, øllum litum og nú við orkusparandi glasi.

Træ/alu

Í mun til trævindeygað er allur karmurin á træ/aluvindeyganum klæddur við aluminium fyri at verja viðin móti regni og sólarljósi. Hetta ger, at vindeyguni krevja lítið og onki viðlíkahald. 

Um tú vilt hava vakrar og hugnaligar trærammur innan, men vilt sleppa undan viðlíkahaldi uttan, er træ/aluvindeyga tað rætta til tín.

Tú fært aluklædningin í øllum litum.

Snið

At velja vindeygu til húsini er ein týdningarmikil avgerð. Tú vilt sjálvandi hava sniðið, sum klæðir tínum húsum best. Her er talan um eina heildarmeting av vindeygum og húsum. Støða skal eisini takast til, hvussu vindeygað skal latast upp, ella um tú vilt hava fastan karm. H-vindeyguni úr træ og træ/alu verða framleidd við føstum karmi ella at lata upp.

Alskyns litir

Tað hevur stóran týdning fyri heildarmyndina av húsunum, hvønn lit tú velur til vindeyguni og hurðarnar. 

Tú kanst fáa tann lit, tú sjálv/ur heldur hóskar best til júst tíni hús. Tað ber til at fáa ein lit innan og ein annan uttan. 

Málað vindeygu

Tú sparir nógva tíð og orku, um tú keypir málað vindeygu. Vit sproyta málingina á, eftir at timbrið er liðugt tilevnað, og áðrenn besløg, listar og glas verða ísett. 

Tað verður sostatt málað allastaðni, har tað skal málast, og ongastaðni, har tað ikki skal málast. Haraftrat er grundarin ein soppadrepandi løgur, sum leingir livitíðina hjá vindeyganum.

Vindeygu til allan tørv

Fyri at tryggja tær røttu vindeyguni til heimið, verða trævindeygu og træ-aluvindeygu framleidd í júst tí máti og sniði, tær tørvar. Sama um talan er um topphongd, toppsving, síðuhongd ella við føstum karmi, við sprossum ella uttan. Við toppsvingi kann vindeyga vendast og útsíðan vaskast innanífrá. Hesir ymisku eginleikarnir kunnu saktans samskipast í somu húsum og enntá í sama karmi.

Toppsving
Fastur karmur
Síðuhongt
Topphongt
Sersnið

Kjarnuviður og rotviðgerð

Okkara royndir við føroyska veðurlagnum gera, at vit – umframt at brúka kjarnuvið – eisini rotviðgera viðin. Hetta leingir so mikið um livitíðina á HDYGD-trævindeyganum, at tað livir væl longur enn líknandi innflutt vindeygu. 

HDYGD-trævindeygað hevur 65 til 70% av kjarnuviði, sum gevur natúrliga rotviðgerð. Timbrið verður eisini lagt í rotviðgerðarløg, so viðurin sýgur løgin í seg. Minst 5 mm rotviðgerð er undir yvirflatu og minst 5 cm í endum. Tað forðar fyri, at rotið byrjar, so skjótt sum slit kemur á málingina, ella vindeygað fær eitt skursl.

Sprossar

Vilt tú býta vindeyga upp í smærri eindir, ber til at seta sprossar ella postar í. Tað er týdningarmikið at hugsa um heildarmyndina av húsunum, tá tú gert av, hvussu nógvar sprossar ella postar tú vilt hava, og hvar teir skulu vera. Tað kann t.d. vera óheppið at seta ein sprossa í vindeygað beint í eygnahædd, soleiðis at útsýnið verður skert. Sprossar hóska vanliga væl til eldri hús ella hús í gomlum stíli.

Eitt vindeyga er bygt upp soleiðis, at karmurin er uttast. Er talan um eitt vindeyga, sum ikki kann latast upp, kalla vit tað eitt vindeyga við føstum karmi. Í karmin ber til at seta loddrættar ella vatnrættar postar, sum styrkja væl um vindeygað. Hesir postar fáast í breiddunum 68 mm og 78 mm.

Skal vindeygað kunna latast upp, verður ein ramma sett inn í karmin. Í rammuna ber til at seta sprossar. Vit hava bæði gjøgnumgangandi sprossar og áklipsaðar sprossar. Teir gjøgnumgangandi sprossarnir eru 47 og 68 mm breiðir. Klips-sprossar fáast í 28 mm, 45mm og 65 mm. Haraftrat fáast trævindeyguni við serligum sprossum, sum eru ímillum rútarnar, soleiðis at glasflatan uttan og innan er sløtt.  

Glas

Vit eru serfrøðingar í glasi og kunnu veita serloysnir frá smærri rútum upp í risa rútar.

Sløgini eru mong og hevur tú spurningar ella okkurt serligt ynski, er bara at spyrja.

Glas og bjálving

GRANT livir upp til tíðarhóskandi krøv um bjálving og orkunýtslu.
Øll okkara vindeygu eru framleidd við orkusparandi trý-lags glasi.
Til ber at velja tvey-lags glas til timbur.

Sóltálmandi glas

Sólin í Føroyum er sterkt, serlig har góður sólargangur er, kann tað lættliga gerast ov heitt og ov ljóst inni, bæði fyri fólk og innbúgv.
Sóltálmandi glas eru rútar, sum antin kasta sólstrálurnar frá sær ella taka tær í seg.
Hetta fæst í ymiskum stigum og styrkjum.

Ljóðdoyvandi glas 

Ljóðdoyvandi glas brýtur og doyvir ljóðbylgjur, tí glastjúgtin er ymisk á innara og ytra glasinum. Henda loysnin hóskar seg væl, um tú t.d. býrt tætt við ein høvuðsveg ella annað óljóð.

Trygdarglas

Trygdarglas hevur somu brotstyrki sum ”vanligt” glas, men hongur saman í límingini, so tú ikki skert teg av tí – júst sum í bilrútum. Trygdarglas kann eisini vera hert glas, sum hevur høga brotstyrki. Hesar loysnir hóska væl til vindeygu og hurðar, har rúturin t.d. fer heilt niður á gólv, ella har tað er ábært til illveður.

Ymisk yvirflata

Ymisk rágløs verða vanliga nýtt í t.d. vesivindeygum, har tað ikki skal síggjast inn, men har ljós kortini skal sleppa.
Vit hava ymisk sløg av rágløsum, sum verða sett í okkara vanligu termovindeygu og hurðar. Sí dømir niðanfyri.

Oceanic 528

Abstrakt

Kura

Spegltráglas

Mattráglas

Pelz

Etza

Eyka tilhoyr

Ventilar

Vindeyguni kunnu verða framleidd við ventilum í karminum, um tú vilt tað. Hesir kunnu latast upp og aftur eftir tørvi. Hetta er tó vanliga ikki neyðugt í húsum, har luftskiftið er gott.

Flugunet

Til ber at fáa flugunet sett á vindeygarammuna, um tú hevur tørv á tí. Hetta verður vanliga brúkt til matvøruvirkir ella matstovur, har tørvur er á at lufta út, samstundis sum smákykt og dust ikki sleppur inn.

Stormskinnarar

Vit selja eisini stormskinnarar, sum kunnu festast uttan á vindeygakarmin. Tað verður brúkt, um tú hevur tørv á at seta eina plátu fyri vindeyga, áðrenn illveður brestur á.

Smyrjiolja og vindeygavask

Til viðlíkahald av vindeygum og hurðum selja vit góða smyrjiolju at til liðiligar deilir. Eisini selja vit vindeygavask til plast, gummilistar og til rútin.

Altanhurðar

Vit framleiða dygdargóðar altanhurðar úr timbri. Hesar verða framleiddar, viðgjørdar og málaðar eftir somu neyvu forskriftum sum timburvindeyguni.

Møguleikarnir eru stórt sæð teir somu sum hjá vindeygunum. Tú fært sniðið og litin, tú ynskir – við sprossum ella uttan, málað ella ómálað frá verkstaðnum, og tú kanst velja gløs av ymsum slagi. Aluklædningur kann eisini setast á útsíðuna á altanhurðini.

Snið eftir egnum ynski

Møguleikarnir eru stórt sæð teir somu, sum við timburvindeygunum.
Tú kanst fáa tað snið tú vilt, við sprossumog tú kanst velja gløs av ymiskum slagi.
Aluklædningur kann eisini setast á útsíðuna á altanhurðini.

Fá tilboð

Vinaliga svara spurningunum so neyvt sum gjørligt.

Heidi Selfoss

Ráðgeving og søla

Maibritt í Haraldstovu

Ráðgeving og søla

Bernhard Hammer

Ráðgeving og søla

Djóni Vest Højgaard

Ráðgeving og søla í alu deildini

Vindeygu til tín tørv

Fyri at tú kanst fáa røttu vindeyguni til heimið, verða Grant vindeygu framleidd í júst tí máti og sniði, tú vilt hava. Sama um talan er um toppsving, topphongd, síðuhongd, drej/kip ella við føstum karmi – og við sprossum ella ikki.

Fleiri av okkara kundum vilja hava ymsar loysnir í sama húsi. Ymiskir eginleikar kunnu saktans samskipast í somu húsum og enntá í sama karmi.