Aluminium

Vit gera í dag flest allar modernaðar húsafasadur á virkisbygningum í Føroyum, og tey, sum velja okkara tilfar til síni privathús, gerast eisini støðugt fleiri.

Vit hava serkøn fólk til monteringina. Tú skalt bara velja tilfar, lit og siga hvussu útsjóndin skal vera. Vit framleiða, koyra út og seta upp.

Fevnd av 12 ára trygdini, sum vit veita øllum okkara viðskiftafólkum

GRANT framleiðir bæði vindeygu, hurðar og heilar húsafasadur úr aluminium.
Hetta er sterkt, lætt, snøgt og viðlíkahaldsfrítt tilfar. Tað verður alt meira nýtt til bæði privathús, skrivstovu- og virkisbygningar.

Tað er ikki bara sjálvt tilfarið, sum er sterkt og álítandi. Vindeygu, hurðar og húsaveggir frá okkum krevja minimalt viðlíkahald – og tilfarið heldur alt lívið.

FSF

Glasfasadur og inniveggir

Aluminium-skipanir til einkult vindeygu og/ella heilar framsíður er sterkasta og haldførasta loysnin til føroyska veðurlagið, eisini tá ynskini eru kompleks og krøvini høg. 

Glasfasadur eru ein stórur partur av okkara virksemi. Vit hava gjørt nógvar stórar uppgávur av hesum slagi. Nevnast kunnu m.a. nýggi virkisbygningurin hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, Bank Nordik í Havn, Tórsvøllur í Gundadali í Havn og Ítróttarhúsið hjá Fuglafjarðar kommunu.

Vit framleiða til allan tørv

Aluminium-skipanir til einkult vindeygu og ella heilar framsíður er sterkasta og haldførasta loysnin til føroyska veðurlagið, eisini tá ynskini eru kompleks og krøvini høg. 

Við aluminium-skipanum ber til at byggja størri og samansettari enn við vanligum vindeygum úr plasti ella timbri. Hetta ger alu alsamt meira viðkomandi hjá nógvum – alt frá størri bygninum til sethús, tí glas er ein alsamt meira spennandi bygningslutur.  

Lætt viðlíkahald og sera haldfør

Aluminium-skipanir til einkult vindeygu og ella heilar framsíður er sterkasta og haldførasta loysnin til føroyska veðurlagið, eisini tá ynskini eru kompleks og krøvini høg. 

Við aluminium-skipanum ber til at byggja størri og samansettari enn við vanligum vindeygum úr plasti ella timbri. Hetta ger alu alsamt meira viðkomandi hjá nógvum – alt frá størri bygninum til sethús, tí glas er ein alsamt meira spennandi bygningslutur.  

Snið

Fleiri aluminium skipanir finnast, men vit byggja einamest við Hueck Trigon FS 050, ið samantvinnar styrki við prís og hevur sera størt úrval. Til ber eisini at velja aðrar loysnir, t.d. vindeygu við fjaldum karmi, og skipanin við ongum aluminium uttan, einans glasi, vindur uppá seg.

Sera góðir bjálvingareginleikar

Aluminium er ment sera nógv. Vit veita skipanir við sera góðum bjálvingareginleikum, ið tryggja lægst møguliga orkunýtslu. 

Hurðar og sjálvvirkandi hurðar

GRANT veitir sera sterkar og snotiligar aluminiumshurðaskipanir við fjølbroyttari modulskipan, ið hevur nógvar sniðmøguleikar. Hurðaskipanirnar hava sera góða bjálving, innbrotsmótstøðuføri og eru næstan viðlíkahaldsfríar. Aluminiumshurðar eru bæði til vanlig sethús og til størri hurðaskipanir í stórum bygningum.

Vit veita nærum allar loysnir, tá tað snýr seg um sjálvvirkandi hurðar. Vit hava drúgvar royndir við karusell-hurðum, dragihurðum og sjálvvirkandi loysnum til vanligar hurðar. Vit samstarva við fleiri av kendastu veitarunum á økinum, eitt nú Geze, Tormax og Dorma.

Djóni Vest Højgaard

Ráðgeving og søla í alu deildini

Útistova, havastova ella vakstrarhús

Nógv eru heitini, og nógvir eru møguleikarnir. Vilt tú vera nærri náttúruni bæði á vetri og sumri, so er hetta ein góð loysn til tín. Vit framleiða hesar snøggu og sterku havastovurnar úr aluminiumi og glasi. Tað kann vera eitt egið hús ella bygt upp í verandi hús. Sig okkum tín dreym, so gera vit hann til veruleika.

Vit hava álit á okkara vørum og hava tí eitt 12 ára garanti til útistovur, havastovur og vakstrarhús.

Fasadur

Aluminium-skipanir til einkult vindeygu og ella heilar framsíður er sterkasta og haldførasta loysnin til føroyska veðurlagið, eisini tá ynskini eru kompleks og krøvini høg. 

Møguleikar

Við aluminium-skipanum ber til at byggja størri og samansettari enn við vanligum vindeygum úr plasti ella timbri og hetta ger alu meira og meira viðkomandi fyri fleiri, alt frá størri bygninum til sethús, tí glas ein alsamt meira spennandi bygningslutur.  

Sera góðir bjálvingareginleikar

Aluminium er ment sera nógv og vit veita í dag skipanir við sera góðum bjálvingareginleikum, ið tryggja lægst møguliga orkunýtslu. 

Alskyns litir

Tað ger stóran mun, hvønn lit tú velur til vindeyguni.
Aluminiums vindeygu skulu ikki málast, men vera veitt liðugt sproytlakkeraði.

Glas

Vit eru serfrøðingar í glasi og kunnu veita serloysnir frá smærri rútum upp í risa rútar.

Sløgini eru mong og hevur tú spurningar ella okkurt serligt ynski, er bara at spyrja.

Glas og bjálving

GRANT livir upp til tíðarhóskandi krøv um bjálving og orkunýtslu.
Øll okkara vindeygu eru framleidd við orkusparandi trý-lags glasi.
Til ber at velja tvey-lags glas til timbur.

Sóltálmandi glas

Sólin í Føroyum er sterkt, serlig har góður sólargangur er, kann tað lættliga gerast ov heitt og ov ljóst inni, bæði fyri fólk og innbúgv.
Sóltálmandi glas eru rútar, sum antin kasta sólstrálurnar frá sær ella taka tær í seg.
Hetta fæst í ymiskum stigum og styrkjum.

Hjá Grant leggja vit stóran dent á at veita dygdarvørur til føroysku umstøðurnar. Tí samstarva vit við Atlanticpane, sum er okkara høvuðsveitari av glasi. Við teirra framleiðslu í Kollafirði kunnu vit tryggja, at okkara vindeygu og hurðar fáa lokalframleitt glas, ið er serliga ætlað at klára føroyska veðurlagið við hørðum vindi, regni og kulda. Atlanticpane tryggjar okkum skjótar og álitandi veitingar við teirra regluligu viku til viku tænastu, og tey hava verið ein trúfastur og álítandi samstarvsfelagi í nógv ár.

Um kundin hevur serlig ynskir ella krøv, samstarva vit eisini við danska glasveitaran Glaseksperten. Við teirra serfrøði innan serglas kunnu vit bjóða loysnir til serligar verkætlanir og heilt serstøk byggiarbeiði. Glaseksperten veitir dygdarglas, sum møtir hægstu standardum og krøvum, og hetta ger tað møguligt at tillaga loysnirnar til tørvin hjá tí einstaka kundanum og tí einstøku byggiverkætlanini.

Ljóðdoyvandi glas 

Ljóðdoyvandi glas brýtur og doyvir ljóðbylgjur, tí glastjúgtin er ymisk á innara og ytra glasinum. Henda loysnin hóskar seg væl, um tú t.d. býrt tætt við ein høvuðsveg ella annað óljóð.

Trygdarglas

Trygdarglas hevur somu brotstyrki sum ”vanligt” glas, men hongur saman í límingini, so tú ikki skert teg av tí – júst sum í bilrútum. Trygdarglas kann eisini vera hert glas, sum hevur høga brotstyrki. Hesar loysnir hóska væl til vindeygu og hurðar, har rúturin t.d. fer heilt niður á gólv, ella har tað er ábært til illveður.

Ymisk yvirflata

Ymisk rágløs verða vanliga nýtt í t.d. vesivindeygum, har tað ikki skal síggjast inn, men har ljós kortini skal sleppa.
Vit hava ymisk sløg av rágløsum, sum verða sett í okkara vanligu termovindeygu og hurðar. Sí dømir niðanfyri.

Oceanic 528

Abstrakt

Kura

Spegltráglas

Mattráglas

Pelz

Etza

Fá tilboð

Vinaliga svara spurningunum so neyvt sum gjørligt.

Maibritt í Haraldstovu

Ráðgeving og søla

Djóni Vest Højgaard

Ráðgeving og søla í alu deildini

Bernhard Hammer

Ráðgeving og søla

Dygdargóðar aluminium loysnir til tínar byggiverkætlanir

Vit framleiða vindeygu, úthurðar og fasadur til júst tín tørv.
Ongi mát ella snið eru standard, tí vilja vit fegin frætta frá tær, hvat tú ynskir. So finna vit røttu loysnina saman.

Ymiskir eginleikar kunnu saktans samskipast í somu húsum og enntá í sama karmi.