Hurðar
Vit framleiða úthurðar til tín tørv.
Ongi mát ella snið eru standard, tí vilja vit fegin frætta frá tær, hvat tær tørvar.
So finna vit røttu loysnina saman.
Fevnd av 12 ára trygdini, sum vit veita øllum okkara viðskiftafólkum
GRANT veitir sterkar og snotiligar hurðar úr plasti ella aluminium. Eisini ber til at fáa timbur altanhurðar í alskyns sniðum.
Plasthurðar roynast sera væl í Føroyum. Tær eru haldbarar og krevja bert, at tú hendinga ferð smyr hongslini.
Vit framleiða dygdargóðar altanhurðar úr timbri.
Aluminiumshurðar eru bæði til vanlig sethús og størri hurðaskipanir í stórum bygningum. Tær eru næstan viðlíkahaldsfríar.
Plasthurðar
Vit framleiða bæði úthurðar og altanhurðar úr plasti.
Einastu munir á altanhurð og úthurð eru læsing og handtøk.
Tí hevur tú somu valmøguleikar, um tú ynskir úthurð ella altanhurð.

Lætt viðlíkahald og sera haldfør
HDYGD-plasthurðar frá GRANT krevja lítla og onga røkt. Plasthurðar roynast sera væl í Føroyum, eru haldbarar og krevja bert, at tú hendinga ferð smyr hongslini. Plast hurðarnar eru fevndar av 12 ára trygdini, sum vit veita øllum okkara viðskiftafólkum.
Snið og lit eftir tínum ynski
Fyri at tú kanst fáa ta røttu hurðina, verða HDYGD-plasthurðar framleiddar í júst tí máti, sniði og liti, sum tú vilt hava. Vit gera hurðar við ella uttan rúti og við ella uttan síðustykkjum. Lat okkum hoyra tíni hugskot. Tú kanst t.d. senda okkum eina mynd av eini hurð, sum tú hevur sæð onkustaðni, so gera vit tær eina tekning og eitt tilboð.
Sprossar
Um tú velur sprossar, og hvat slag av sprossum tú ynskir, hevur stóran týdning fyri heildarmyndina av húsunum. HDYGD-plasthurðar fáast bæði við gjøgnumgangandi sprossum og/ella álímaðum sprossum. Teir gjøgnumgangandi sprossarnir eru 64 mm ella 91 mm, meðan teir álímaðu sprossarnir eru 25 mm ella 45 mm. Postarnir eru 90 mm.
Træ altanhurðar
Vit framleiða dygdargóðar altanhurðar úr timbri.
Hesar verða framleiddar, viðgjørdar og málaðar eftir somu neyvu forskriftum sum timburvindeyguni.
Sera haldførar
Træhurðin hevur 65 til 70 % av kjarnuviði, sum gevur natúrliga rotviðgerð. Timbrið verður eisini lagt í rotviðgerðarløg, so viðurin sýgur løgin í seg. Minst 5 mm rotviðgerð er undir yvirflatu og minst 5 cm í endum. Tað forðar fyri, at rotið byrjar, so skjótt sum slit kemur á málingina, ella vindeygað fær eitt skursl.
Snið og lit eftir tínum ynski
Møguleikarnir eru stórt sæð teir somu sum við timburvindeygunum. Tú kanst fáa tað snið og tann lit, tú vilt hava – við sprossum ella uttan, málað ella ómálað frá verkstaðnum, við ymsum gløsum. Aluklædningur kann eisini setast á útsíðuna av altanhurðini.
Træ/alu
Aluklædningur kann eisini setast á útsíðuna á altanhurðini.

Aluminimshurðar
Vit framleiða aluminiumsúthurðar til júst tín tørv.
Ongi mát ella snið eru standard, tí vilja vit fegin frætta frá tær, hvat tú ynskir. So finna vit ta røttu loysnina saman.
Lætt viðlíkahald og sera haldfør
GRANT veitir sera sterkar og snotiligar aluminiumshurðaskipanir við fjølbroyttari modulskipan, ið hevur nógvar sniðmøguleikar. Hurðaskipanirnar hava sera góða bjálving, innbrotsmótstøðuføri og eru næstan viðlíkahaldsfríar. Aluminiumshurðar eru bæði til vanlig sethús og til størri hurðaskipanir í stórum bygningum.
Snið og lit eftir tínum ynski
Fyri at tú kanst fáa tí røttu hurðina, verða hurðarnar framleiddar í júst tí máti, sniði og liti, sum tú vilt hava. Vit gera hurðar við ella uttan rúti og við ella uttan síðustykkjum. Lat okkum hoyra tíni hugskot. Tú kanst t.d. senda okkum eina mynd av eini hurð, sum tú hevur sæð onkustaðni, so gera vit tær eina tekning og eitt tilboð.

Dragihurðar
Vit framleiða dygdargóðar altanhurðar úr timbri.
Okkara væl umtókta Lyft & Flyt skjótihurð er ein snotilig og smidlig flata millum innan- og uttandura.

Ljós og sterk
Tú fært besta útsýnið, lívgandi dagsljós og fríska luft, tá tú hevur hug til tað. Samstundis er hurðin ein sterk og trygg verja móti harðbalnum veðri.
Vit framleiða hurðina til tín tørv í alskyns støddum. Tilfarið er hvítt og snøgt, men tú fært eisini hurðina í nógvum øðrum litum, um tú ynskir tað. Tá líma vit haldført folie á, sum heldur líka leingi sum hurðin.
Føroyskt handverk úr týskum tilfari
Kømmerling-skipanin, sum vit framleiða skjótihurðarnar við, er týsk. Hon livir upp til tiltikna góða umdømið um týska góðsku. Harafturat er hon nærum viðlíkahaldsfrí. Einasta, sum vit viðmæla at smyrja av og á, er lásahúsin.
Bjálvingarevnið í bæði glasi og konstruktión eru framúr. Bjálving er í profilunum, og glasið er orkusparandi í trimum løgum. Hetta ger, at tú róliga kanst velja hesa loysnina.
Sjálvvirkandi hurðar
Vit framleiða aluminiumsúthurðar til júst tín tørv.
Ongi mát ella snið eru standard, tí vilja vit fegin frætta frá tær, hvat tú ynskir. So finna vit ta røttu loysnina saman.
Karusellir og dragihurðar
Vit veita nærum allar loysnir, tá tað snýr seg um sjálvvirkandi hurðar. Vit hava drúgvar royndir við karusell-hurðum, dragihurðum og sjálvvirkandi loysnum til vanligar hurðar. Vit samstarva við fleiri av kendastu veitarunum á økinum, eitt nú Geze, Tormax og Dorma.


Glas
Vit eru serfrøðingar í glasi og kunnu veita serloysnir frá smærri rútum upp í risa rútar.
Sløgini eru mong og hevur tú spurningar ella okkurt serligt ynski, er bara at spyrja.
Glas og bjálving
GRANT livir upp til tíðarhóskandi krøv um bjálving og orkunýtslu.
Øll okkara vindeygu eru framleidd við orkusparandi trý-lags glasi.
Til ber at velja tvey-lags glas til timbur.
Sóltálmandi glas
Sólin í Føroyum er sterkt, serlig har góður sólargangur er, kann tað lættliga gerast ov heitt og ov ljóst inni, bæði fyri fólk og innbúgv.
Sóltálmandi glas eru rútar, sum antin kasta sólstrálurnar frá sær ella taka tær í seg.
Hetta fæst í ymiskum stigum og styrkjum.


Ljóðdoyvandi glas
Ljóðdoyvandi glas brýtur og doyvir ljóðbylgjur, tí glastjúgtin er ymisk á innara og ytra glasinum. Henda loysnin hóskar seg væl, um tú t.d. býrt tætt við ein høvuðsveg ella annað óljóð.

Trygdarglas
Trygdarglas hevur somu brotstyrki sum ”vanligt” glas, men hongur saman í límingini, so tú ikki skert teg av tí – júst sum í bilrútum. Trygdarglas kann eisini vera hert glas, sum hevur høga brotstyrki. Hesar loysnir hóska væl til vindeygu og hurðar, har rúturin t.d. fer heilt niður á gólv, ella har tað er ábært til illveður.
Ymisk yvirflata
Ymisk rágløs verða vanliga nýtt í t.d. vesivindeygum, har tað ikki skal síggjast inn, men har ljós kortini skal sleppa.
Vit hava ymisk sløg av rágløsum, sum verða sett í okkara vanligu termovindeygu og hurðar. Sí dømir niðanfyri.

Oceanic 528

Abstrakt

Kura

Spegltráglas

Mattráglas

Pelz

Etza
Hvønn veg skal hurðin ganga?
Ein má hugsa seg væl um, hvønn veg hurðin skal ganga, tí tað ber ikki til at broyta hurðina, tá hon er ísett.

Er vindhart, kann tað vera skilagott at velja eina inngangandi hurð.
Skal hurðin ganga upp móti einum veggi í gongini, ella skal hon vera útgangandi fyri ikki at taka óneyðugt pláss í gongini?
Vit hugsa um tað í felag, og so fært tú tað, sum tú ynskir.
12 ára garanti
Okkara vørur hava staðið sína roynd í húsum kring alt Føroya land, tískil fært tú eitt longri garanti frá okkum, enn tú kanst vænta aðrastaðni.
Fá tilboð
Vit geva fegin tilboð.
Tú sendur okkum informatión um hvørja vøru, talan er um, mát og aðrar detaljur, so venda vit aftur við einum óbindandi tilboð.
Vinaliga svara spurningunum so neyvt sum gjørligt.
Heidi Selfoss
Ráðgeving og søla
Maibritt í Haraldstovu
Ráðgeving og søla
Magnus Knudsen
Ráðgeving og søla
Djóni Vest Højgaard
Ráðgeving og søla í alu deildini

Hurðar til tín tørv
Vit framleiða hurðar til júst tín tørv. Ongi mát ella snið eru standard, tí vilja vit fegin frætta frá tær og hoyra hvat tú ynskir. Síðani kunnu vit saman finna tí røttu loysnina til tín.