Framherji í Fuglafirði, høvuðssætið

Fasadur, inniglas og sjálvvirkandi hurð

Glasfasadur og inniveggir úr glasi er ein stórur partur av okkara virksemi. Vit hava gjørt nógvar stórar uppgávur av hesum slagi. Nevnast kunnu m.a. nýggi virkisbygningurin hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, Bank Nordik í Havn, Tórsvøllur í Gundadali í Havn og Ítróttarhúsið hjá Fuglafjarðar kommunu.

Tað seinasta avrikið í 2020 var stásiliga høvuðssæti hjá Framherja á bryggjuni í Fuglafirði. GRANT hevur neyvteknað, framleitt og sett upp alt glas og allar aluminium-konstruktiónir í snotiliga bygninginum. Haraftrat hava vit sett eina hátøkniliga sjálvvirkandi hurð í durðin. Byggiharri er Framherji. Arkitektur er Henning Larsen NA. Høvuðsarbeiðstakari er Búsetur.

Njótið myndirnar av verkinum.